Føroyingar eisini illa fyri í fjøllunum

Føroyingar eisini illa fyri í fjøllunum
Føroyingar koma líka ofta illa fyri í fjøllunum sum útlendingar
Føroyingar koma eisini illa fyri í fjølunum, verður sagt av tyrludeildini
Mynd: savn  
 
09.02.2019 - 11:34

Tyrlan var 20 ferðir boðsend at fara eftir neyðstøddum fólki í fjøllunum í fjør. Tíggju ferðir eftir føroyingum og tíggju ferðir eftir útlendskum ferðafólki. Tað sigur Hans Erik Jakobsen, flogovasti í tyrlutænastuni hjá Atlantsflog.

Av teimum tíggju túrunum, sum tyrlan var eftir útlendingum, vísti tað seg tríggjar ferðir, at teir ikki høvdu tørv á hjálp kortini. Í hesum førunum høvdu fólk, sum vóru bangin um útlendingarnar, boðað frá, og tí varð tyrlan boðsend at leita.

Hans Erik Jakobsen sigur, at útlendingar eru vanliga væl útgjørdir, tá teir fara í føroysku fjøllini at ganga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151