- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar heimavøll í Keypmannahavn
Manslandsliðið í hondbólti spælir komandi heimadystin, sum er ímóti Ukraina 13. apríl, í Royal Arena í Keypmannahavn.
Royal Arena hevur júst verið karmur um nakrar dystir í heimsmeistarakappingini hjá monnum.
Hondbóltssamband Føroya og danska hondbóltssambandið hava avrátt at samstarva um komandi EM-umfar, so bæði Føroyar og Danmark spæla undir sama taki sama dag.
Føroyar og Ukraina spæla klokkan 17.45. Danmark og Montenegro spæla klokkan 20.15 danska tíð.
Av tí, at eingin høll í Føroyum lýkur altjóða krøv, má føroyska manslandsliðið spæla sínar dystir uttanlands.
Tann fyrsti heimadysturin var spældur í Skjern Arena. Nú verður spælt í Royal Arena men enn er ikki greitt hvar triðji og seinasti EM-dysturin skal spælast.