Jóhan fær góð skotsmál

Jóhan fær góð skotsmál
Jóhan á Plógv Hansen verður róstur fyri sítt avrik í HM-dystinum hjá danska landsliðnum í móti Tunesia í gjár
 
13.01.2019 - 11:34

Jóhan á Plógv Hansen fekk eitt gott korter á vøllinum í gjár, tá hondbóltslandsliðið hjá Danmark spældi fyri aðru ferð í HM-endaspælinum, sum er í hseum døgum. Og føroyski vongurin fær góð skotsmál frá eitt nú Bent Nygaard, sum er hondbóltsserfrøðingur hjá TV2 Sport.

- Hann fekk nøkur góð mál. Hann valdi at royna sjálvur, tá hann fekk fyrsta málmøguleikan og tað spældi væl av. Tað var gott hjá Jóhan á Plógv Hansen at koma inn og fáa eina kenslu av, hvussu tað er at spæla HM, sigur Bent Nygaard við heimasíðuna hjá TV2.

Høvuðspersónurin sjálvur var eisini sjálvur ovurhondsfegin eftir dystin.

- Hetta er óveruligt. Eg fekk gásarhold, tá tjóðsangurin byrjaði og tá navnið á mær varð kunngjørt í høllini. Hetta er størsta upplivingin, eg havi havt í hondbólti, sigur hann við TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035
Týsdag 7. januar
Veðrið
185981