- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyar smurdu Grønland av
Føroyar smurdu Grønland av
Føroyar vóru við yvirlutan frá byrjan til enda í gjár, tá ið hondbóltslandsliðið hjá Grønlandi vitjaði í Høllini á Hálsi í Havn
13.01.2019 - 10:27
Føroyska liðið legði hart út, og var skjótt frammanfyri við fleiri málum. Eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru Føroyar á odda við tíggju málum, men grønlendingar fótaðu sær nøkulunda og hálvleikstøðan var 18-11 til Føroyar.
Men grønlendska liðið kom ongantíð veruliga fyri seg. Føroyar høvdu tamarhald á dystinum frá byrjan til enda. At enda vunnu Føroyar við fimtan málum - 37-22.
Peter Krogh gjørdi mest um seg í álopinum. Hann fekk átta mál og Jónas Djurhuus fekk sjey mál.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV