Bæði U19 liðini taptu sínar fyrstu dystir

Bæði U19 liðini taptu sínar fyrstu dystir
Føroysku U19 landsliðini í flogbólti luttaka í hesum døgum í Norðurevropiskari kapping í Onglandi. Bæði gentur og dreingir taptu fyrsta dystin 3-0.
 
26.10.2018 - 13:27

Føroysku U19 landsliðini luttaka í hesum í døgum í NEVZA, sum er ein altjóða Norðurevropisku kapping, sum verður hildin í Kettering í Onglandi. 

U19 gentulandsliðið í flogbólti spældi í morgun í ímóti Svøríki, sum vann dystin 3-0. Føroyar eru í bólki við Svøríki og Norra. 

Klokkan 15.30 í dag skulu føroysku gentunar aftur spæla, tá er mótstøðan Norra. Liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland.

Dysturin verður stroymdur, og hann sæst her

Føroysku U19 dreingirnir spældu eisini sín fyrsta dyst í morgun, tá teir spældu móti Svøríki. Eisini teir taptu 3-0.

Klokkan 13.30 byrjaði annar dysturin hjá dreingjunum, sum nú spæla móti Norra, sum er hitt liðið í bólkinum. 

Liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland.

Tann dysturin verður eisini stroymdur, og tú sært hann her

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008