- Tíðindi, mentan og ítróttur
U17 gentur spælt seg í hálvfinaluna
U17 gentur spælt seg í hálvfinaluna
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá U17 gentum hevur spælt seg víðari í hálvfinaluna í norðurevropeiskari flogbóltskapping.
17.10.2018 - 14:25
Føroyska U17-landsliðið hjá gentum vann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 í norðurevropiskari kapping í flogbólti, sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Settini vóru 25-13, 25-10, 12-25 og 25-20.
Hálvfinalan verður leikt klokkan 18.30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.
Eisini U17 dreingirnir hava spælt seg í hálvfinaluna í NEVZA-kappingini, har teir skulu hitta Norra.
Tann dysturin byrjar klokkan 16.
Allir dystirnir kunnu síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/live.
Nýggjastu sendingar í ÚV