- Tíðindi, mentan og ítróttur
Flogbóltur: Føroyar millum tey bestu
Bæði U17 landsliðini hjá Føroyum í flogbólti hava higartil klárað seg væl í norðurevropeisku kappingini, Nevza, sum verður hildin í Ikast í Danmark.
Fyri løtu síðan spældi U17-gentulandsliðið avgerandi dyst móti Onglandi, um at koma víðari í fjórðingsfinaluna. Føroyar vunnu 3-1, og fara tí víðari.
Undan dystinum móti Onglandi høvdu Føroyar fyrst tapt 0-3 fyri Finnlandi, men í morgun vunnu tær 3-0 á Svøríki.
U17 genturnar møta Íslandi í fjórðingsfinaluni.
Føroyska U17-dreingjalandsliðið í flogbólti tryggjaði sær sítt pláss í hálvfinaluni, tá teir fyrr í dag vunnu greiðan 3-0 sigur á Onglandi.
Í gjár vunnu Føroyar 3-0 á Svøríki, og tí fer føroyska liðið víðari í hálvfinaluna, sum oddalið í bólkinum.
Enn er ikki greitt, hvørjum dreingirnir møta,tí fyrst skulu aðrir dystir avgreiðast