Fiskaaling skal ala tara

Fiskaaling skal ala tara
Fiskaaling hevur søkt um, at royndaraliloyvið á landi í Nesvík eisini skal umfata tara, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstova.
 
22.08.2018 - 08:16

Partafelagið Fiskaaling fer nú eisini at ala tara. Fiskaaling hevur søkt um, at royndaraliloyvið á landi í Nesvík eisini skal umfata tara, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Og Starvsstovan hevur játtað. Loyvið at gera royndir at ala tara í Nesvík er galdandi til 2024.

Harafturat hevur smápartafelagið Tari søkt um at halda fram við taraalingini á Kaldbaksfirði.

Bakkafrost farming hevur havt loyvið hjá Tara um hond, men nú hevur Bakkafrost farming latið aliloyvið á Kaldbaksfirði innaftur. 

Tari hevur tí søkt um halda fram við taraalingini. 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur játtað, men loyvið er tíðaravmarkað. Tað er galdandi til 31. desember 2020. 

Taraalingin skal vera á aliøkjunum, sum longu eru á Kaldbaksfirði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Jambalaja - 080225
187525
Leygardag 8. februar
Upp á tá - 070225
187518
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342