Einki nýtt skip til sandoyarleiðina

Einki nýtt skip til sandoyarleiðina
Einki skip verður keypt ella bygt til Sandoyarleiðina. Ternan skal loysa Teistan av, tá tað er neyðugt, til Sandoyartunnilin er liðugur. 
 
02.05.2018 - 08:50

Ternan skal ikki sigla í Skopunarfirði afturat Teistanum í summar. 

Men Ternan ger kanska onkran eykatúr í Skopunarfirði um náttina í summar við farmi og akførum.

Tað sigur Henrik Old, landsstýrismaður, í svari til Brand Sandoy, sum var í løgtinginum eitt skifti fyrr í ár.

Hann sigur, at tað er ein misskiljing, at Ternan skal sigla saman við Teistanum í Skopunarfirði í summar.  

Best hevði verið, sigur Henrik Old, at bíleggingarskipanin hjá Teistanum eisini fæst at virka í Skopun. 

Henrik Old sigur eisini, at ein skjóttgangandi bátur úr glastrevjum er trupul at fáa til Føroya, tí hann fær ikki neyðuga góðkenning her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151