- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja hava skipaða frítíð
Flogskiparafelagið hevur onga viðmerking í løtuni um eitt møguligt verkfall hjá limunum í felagnum.
Flogskiparnir vrakaðu í gjárkvøldið semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar mánanáttina. Tað gjørdu teir, tí eingi av krøvum teirra vórðu góðtikin í uppskotinum, sigur Johan Vágadal, formaður í flogskiparafelagnum.
Til reiðar at semjast
Hann sigur, at felagið er altíð til reiðar at fara aftur til samráðingar, um mótparturin tekur krøvini hjá flogskiparafelagnum í álvara.
Arbeiðsgevarafelagið góðtók semingsuppskotið. Semingsstovnurin er nú givin at royna at finna semja um nýggjan sáttmála.
Feløgini hava 14 daga freist at boða frá arbeiðsteðgi. Ein møguligur arbeiðssteðgur kann tí í fyrsta lagi byrja mikudagin 2. mai.
Vilja hava skipaða frítíð
Johan Vágadal sigur, at flogskipararnir krevja ikki lønarhækking, men fyrst og fremst betri arbeiðsumstøður - so sum skipaða frítíð.
Eitt semingsuppskot varð lagt fyri partarnir mánanáttina. Teir skuldu svara í gjárkvøldið klokkan tíggju.
Hóast flogskipararnir vrakaðu semingsuppskotið, royndi Semingsstovnurin í nakrar tímar eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið at fáa semju í lag, men tað varð uttan úrslit.
Ongar viðmerkingar frá Atlantsflog
Sáttmálin millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag fór úr gildi á midnátt fríggjakvøldið. Partarnir hava í fyrsta umfari longt sáttmálan til á midnátt í kvøld.
Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways, hevur onga viðmerking so leingi, sáttmálin er í gildi. Tað er hann til á midnátt í kvøld.
Sáttmálin er ikki galdandi fyri tyrlurnar hjá Atlantic Airways. Teir, sum flúgva tær, hava ein annan sáttmála enn tey, sum flúgva flogførini.