- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleyr og ÍF nærkast FM
Kvinnurnar hjá Fleyr og menninir hjá ÍF hava nú aðra hondina á FM-steypinum.
Fyrru FM-finalurnar vórðu avgreiddar í høllini á Hálsi í kvøld.
Stórur munur
Í kvinnufinaluni millum Fleyr og KÍF tóktist ongantíð nakar ivi vera um, hvør fór at vinna dystin. Fleyr var munandi sterkari í mest sum øllum.
Fyrsta settið, sum Fleyr vann 25-17, var tað javnasta. Men so bleiv munurin sera sjónligur.
Fleyr vann annað settið 25-12 og síðani vunnu tær triðja settið 25-11.
Spennandi mansfinala
Hjá monnunum bleiv tað sera spennandi millum ÍF og Mjølnir.
ÍF vann tey bæði fyrstu settini 25-20 og 25-18.
Men so svaraði Mjølnir aftur og vann bæði triðja og fjórða sett 25-20.
Í fimta og avgerandi setti byrjaði ÍF sera væl og vann sær eina 9-0 leiðslu.
Stóra leiðslan frá byrjan syrgdi eisini fyri sigrinum. ÍF vann 15-12, og sostatt vunnu fuglfirðingar dystin 3-2.
Alt verður avgjørt leygardagin
Seinnu FM-finalurnar verða spældar leygardagin. Byrjað verður klokkan 13.30, tá kvinnufinalan er á skránni. Menninir byrja klokkan 16.00.
Skuldi eitt av tapandi liðunum í kvøld vunnið leygardagin, verður føroyameistaraheitið avgjørt við einum gullsetti.
Kringvarpið fer eisini at stroyma finalurnar leygardagin. Vit byrja klokkan 13.20.
Dystirnir, sum vóru spældir í kvøld kunnu síggjast her
Myndir: Flogbóltssambandið