Atlantic Airways og LÍV byggja hotell í Havn

Atlantic Airways og LÍV byggja hotell í Havn
Atlantic Airways og eftirlønarfelagið LÍV eru farin í gongd við nýggja hotellverkætlan, sum skal vera við til at menna føroysku ferðavinnuna
Nýggja hotellið skal byggjast á Staravegnum í Havn.
Mynd: Kontrast  
 
23.02.2018 - 11:03

Tað stendur í tíðindaskrivi frá teimum báðum feløgunum. 

Vegna vantandi gistingarmøguleikum í Føroyum eru Atlantic Airways og Lív farin undir eina tilgond at stovna fastognarfelag, ið skal byggja eitt nýtt hotell við umleið 130 kømrum við Staravegin í Havn.

Ognarluturin hjá LÍV samtakinum verður 60% og ognarluturin hjá Atlantic Airways 40%.

Hotellið skal sambært tíðindaskrivinum takast í nýtslu fyrra hálvár 2020.

Hotell Atlantic

Nýggja hotellið skal eita Hotell Atlantic, og Atlantic Airways skal einsamalt reka nýggja hotellið, ið sambært tíðindaskrivinum verður byggilistarliga lagað eftir umhvørvinum og bygt sambært øllum nútíðar byggireglum og orkukrøvum.

Kostnaðurin er mettur til 120 milliónir krónur.

Nýtt samstarv

Báðir partar eru fegnir um nýggja samstarvi, hvørs endamál er at menna føroysku ferðavinnuna, stendur í tíðindaskrivinum. 

- LÍV samtakið er sostatt ein nýggjur samstarvspartur hjá okkum. Tað hóskar væl, at almenna flogfelagið, sum vit øll eiga, og fólksliga eftirlønarfelagið, sum ein stórur partur av føroyingum eisini eigur ígjøgnum P/F Fakfelag og Ognarfelagið LÍV, taka saman lógvatak fyri at menna føroysku ferðavinnuna, sigur Jóhanna á Bergi.  

Jan Jakobsen, stjóri í LÍV, fegnast eisini um nýggja samstarvið millum LÍV og føroyska flogfelagið.

- Fyri okkum er talan um eina langskygda, íløgu í fastogn, sum ætlandi gagnar eigarum og kundum okkara. Vit hava møguleika at fáa eitt nøktandi langskygt avkast, samstundis sum vit eru við til at menna føroysku ferðavinnuna. Harvið hevur LÍV, ið hevur sín uppruna hjá fólkinum, átikið sær ein leiklut, sum umframt at skapa arbeiðspláss eisini kann gera mun í samfelagsbúskapinum, sigur Jan Jakobsen, stjóri í LÍV.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. februar
Breddin: Trý ár við kríggi
188252
Týsdag 25. februar
Góðan morgun Føroyar
188242
Týsdag 25. februar
Morgunlestur týsdagur 25. februar 2025
187864
Mánadag 24. februar
Leon Sólheyg: Koyggjan var uppihaldsrúmið
188223
Mánadag 24. februar
Nú styttist av álvara til kappingarbyrjan
188212
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. februar
Danny og bussførari
187889
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160