Svastika málað á polsku sendistovuna

Svastika málað á polsku sendistovuna
Hitlermerki vórðu í gjár málað á polsku sendistovuna í Ísrael, eftir at forsætisráðharrin í Polen segði, at jødar vóru brotsmenninar undir Holocoust
 
19.02.2018 - 11:14

Leygardagin segði forsætisráðharrin í Polen, Mateusz Morawiecki, at jødar vóru millum brotsmenninar undir Holocaust. Útsøgnin kom í Munchen, har stór altjóða trygdarráðstevna var.

BBC skrivar, at viðmerkingarnar hja forsætisráðharranum eru fordømdar uppá tað hvassasta í Ísrael.

Síðani hevur talsmaður hansara sagt, at hann ikki ætlaði, at jødisk offur skuldu fáa skyldina fyri "fólkamorðið hjá nazistunum".

Nýggj umstrídd lóg 

Hendan orrustan kemur í kjalavørrinum á eini umstríddari pólskari lóg, sum skal gera tað ólógligt at skuldseta polsku tjóðina ella statin fyri at vera samsekan í nazistisku brotsverkunum undir seinna heimskríggi. Forsetin hevur skrivað undir lógina, men hevur sagt, at Hægsti rættur eisini skal viga hana fyri at fáa staðfest, um lógin samsvarar við landins grundlóg.

BBC skrivar, at løgreglan í Tel Aviv kannar, hvør hevur málað hitlermerki á polsku sendistovuna har.

Endurskoða egna søgu

Polen hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri nýggju lógina, sum verður hildin bæði at forða fyri talufrælsi og at falsa søguna. Men hetta er ikki fyrsta stigið hjá Polen at endurskoða søguna. 

Foreign Affairs skrivar, at ráðandi flokkurin í Polen, sum kallast P-I-S, í fjør yvirtók eitt krígssavn í Gdansk. Savnið er um seinna heimskríggj, og ætlanin hjá flokkinum var at umskipa framsýningarnar fyri at leggja størri dent á líðingarnar í Polen og hetjudirvið, ið var. Savnsstjórin varð koyrdur frá, og flokstrúgvir søgufrøðingar fingu sess í savns-stýrinum.  

Polen er ikki fyrsta fyrrverandi kommunistiska landið í Europa, sum roynir at endurskoða søguna og sín egna leiklut í jødatýningini undir seinna heimskríggi.

Ungarn, Ukraina og eisini baltisku londini hava øll tikið líknandi stig, skrivar Foreign Affairs.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 5. februar
Skratsj 5. februar 2025
187388
Mikudag 5. februar
Góðan morgun Føroyar
187366
Mikudag 5. februar
Morgunlestur mikudagur 5.februar 2025
186654
Mikudag 5. februar
LEITISSTEIN 04.02.2025
187350
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155