Einki eitur "polskar týningarlegur"

Einki eitur "polskar týningarlegur"
Tað sigur polska stjórnin, sum fyrireikar lógaruppskot um at revsa persónar, sum tosa um polskar týningarlegur. Ísrael er í øðini
 
29.01.2018 - 17:53

Sambært lógaruppskotinum, sum er ískoyti til verandi lóg, kann ein persónur, sum sigur, at Polland hevur framt nasistisk brotsverk, verða dømdur fongsulsrevsing.

Lógaruppskotið skal nú víðari til senatið, og síðani skal polski forsetin skriva undir tað, skrivar AFP-tíðindastovan.

Ikki broyta søguna

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, finst hvassliga at uppskotinum, um at tað verður ólógligt at lýsa týningarlegurnar hjá nasistunum sum polskar.

- Eg taki als ikki undir við hesum. Tú kanst ikki broyta søguna og nokta fyri Holocaust, sigur Netanyahu í fráboðan.

Holocaust er heitið á fólkadrápinum hjá nasistum móti jødum undir seinna Heimsbardaga.

Ísraelsku myndugleikarnir siga, at nýggja lógin fer at forða fyri víðari kjaki um leiklutin hjá Polandi í Holocaust.

Vanvirða sannleikan

Ísraelski ráðharri fyri útbúgving, Naftali Bennett, sigur, at uppskotið hjá Pollandi er vanvirðing fyri sannleikan.

- Søguligi veruleikin er, at Polland hjálp til við handfara jødarnar, fór illa við teimum, gjørdi sær dælt av teimum, og enntá týndi teir, - bæði meðan Holocaust var og eftir Holocaust.

Tvídrátturin hevur elvt til, at polski sendiharrin í Ísrael er kallaður til hoyring í ísraelska uttanríksiráðnum.

Fakta: Týskir nasistar gjørdu í 1939 innrás í Polland, og miljónatals íbúgvar vórðu dripnir, - millum annað tríggjar miljónir polskir jødar. Í Pollandi hevur leingi verið mótstøða ímóti at nýta orðingina Polskar týningarlegur, - tí tað merkir, at Polland, sum ríki, sama við øðrum londum, er samsek í týningarlegum sum Auschwitz.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035