Ísrael sendir afrikanskar flóttar av landinum

Ísrael sendir afrikanskar flóttar av landinum
Ísrael hevur givið 38.000 afrikanarum freist til seinast í mars at fara av landinum. 
 
05.01.2018 - 10:01

Tey, sum fara av landinum sjálvboðin, fáa 28.000 krónur í part, skrivar norska tíðindastovan, NTB.

Ísraelska tjóðartingið samtykti í november eitt uppskot frá stjórnini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, um at senda afrikansku flóttafólkini og tilflytararnar av landinum. 

ST-flóttafólkstovnurin, UNHCR, og mannarættindafelagsskapir funnust hvassliga at samtyktini.

Ísraelskir myndugleikar viðurkenna, at nógv kunnu ikki fara aftur til heimlandið, men avtalur eru gjørdar við Rwanda og Uganda, sum fáa 40.000 krónur fyri hvørt flóttafólk, sum londini taka móti.

Ísraelska stjórnin hevur eisini gjørt greitt, at tey, sum ikki fara heimaftur sjálvboðin, verða fongslað.

UNHCR hevur mint Ísrael á, at landið hevur tikið undir við ST-flóttafólkasáttmálanum, og tí hevur Ísrael skyldu til at verja fólk, sum flýggja.

Seinastu árini hevur Ísrael sent 4.000 flóttafólk úr Eritrea og Sudan til Rwanda og Uganda. 

Norska sendistovan í Telaviv hevur funnist at ísraelskum myndugleikum fyri ikki at meta um støðuna hjá teimum, sum biðja um friðskjól, hvør sær.

- Flóttafólkini verða sett í legur í Negev-oyðimørkini í upp til eitt ár, og síðani verður trýst lagt á tey um at góðtaka, at tey búseta seg í einum triðjalandi, stendur í frágreiðingini frá norsku diplomatunum, sum norska tíðindastovan hevur fingið atgongd til. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 9. februar
Kallið: Avgerðin er røtt.
187469
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta í kirkjuni á Leiti
187531
Sunnudag 9. februar
Bolero - 9. februar 2025
187530
Leygardag 8. februar
TEMAPLÁTAN 40: 'Heart', Heart, 1985
187494
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371