- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvøroyrar býráð skipar seg av nýggjum 8. januar
Býráðsfundur var í gjár, og tá vóru boðini til nýggja meirilutan at siðvenja á júst hesum fundinum er, at tað bara eru eykajáttananir og skipan av fundardøgum næsta ár fyri.
Nýggi meirilutin á Tvøroyri við Bjarna Hammer, Boga Johannesen og Súsonnu Bertholdsen úr Javnaðarflokkinum saman við Kristinu Roest vil tí, at nevndirnar verða skipaðar av nýggjum á næsta fundi. Tað er 8. januar, og hetta hevur borgarstjórin, Kristin Michelsen, sum nú er í minniluta í sínum egna býráð, ikki avvíst.
Nýggi meirilutin krevur, at fáa formansskapin og meirilutan í øllum nevndum, sum tilber.
Uttan mun til, hvussu hesar nevndir verða valdar og skipaðar, fer borgarstjórin tó framhaldandi at eita Kristin Michelsen og varaborgarstjórin Anita Viðbergsdóttir. Tey eru vald fyri alla setuna. Og borgarstjórin er eisini føddur formaður í fíggjarnevndini, so tann postin fær nýggi meirilutin heldur ikki. Tó so kunnu tey fáa meirilutan í hesi nevnd uttan at hava formannin.