- Tíðindi, mentan og ítróttur
Semingsroyndin byrjað
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at teir ikki hava nakað ítøkiligt grundarlag, men at teir fara at vita, hvussu støðan er, og um partarnir eru komnir nærri hvør øðrum.
Føroya Pedagogfelag lýsti verkfall 12. desember fyri allar leiðarar, varaleiðarar og dagrøktarleiðarar, sum starvast á stovnum undir kommununum, umframt allar eindarleiðarar, leiðarar og samskiparar, sum starvast á stovnum hjá landinum.
Men 14. desember svaraðu kommunnalu arbeiðsgevararnir aftur, tá tey lýstu verkbann á dagstovnunum, sum síðani hava verið stongdir.
15. desember herdi Pedagogfelagið verkfallið, so tað eisini rakti limir hjá felagnum, sum arbeiða hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum. Men nøkur undantøk vórðu kortini givin, so nakrir pedagogar eru til arbeiðis á stovnum hjá Almannaverkinum.
Og nú klokkan 10 fer semingsstovnurin at gera enn eina roynd at vita, um arbeiðsgevararnir og Pedagogfelagið eru komin nærri einari semju.
Sáttmálin millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar fór úr gildi fyrsta oktober.