Almannaverkið fingið fleiri undantøk

Almannaverkið fingið fleiri undantøk
Almannaverkið fekk seint gjárkvøldið fleiri undantøk frá Pedagogfelagnum. Tað sigur Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum
 
19.12.2017 - 13:28

Stjórin á Almannaverkinum var í gjár fyri ógvusligum ákoyringum. Fleiri fakfeløg átalaðu tað, tey kallaðu hóttanir frá stjóranum í Almannaverkinum.

Edvard Heen var eisini á fundi við politisku flokkarnar í gjár, men sambært Edvardi Heen er eingin samanhangur millum fundin við flokkarnar og eyka undantøkini í gjár. 

Einki røkist fyri at stríðandi partarnir - Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevaraflagið hinumegin - fara aftur til samráðingarborðið.

- Ongar ábendingar eru um, at partarnir nærkast hvørjum øðrum, og fyribils er ikki grundarlag at gera nýggja semingsroynd, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður.

Hann hevur tó javnan samband við partarnar, og hann ætlar aftur at tosa við tey seinnapartin.

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum, sum umfatar leiðarar og varaleiðarar á dagstovnum, hevur staðið á síðani týsmorgunin í síðstu viku. Hósmorgunin í síðstu viku setti Kommunala Arbeiðsgevarafelagið verkbann í gildi fyri allar námsfrøðingar á dagstovnunum. 

Í gjáramorgunin herdi Pedagogfelagið verkfallið til eisini at fevna um limir felagsins, sum starvast hjá Almannaverkinum og sjálvsognarstovnum undir Almannaverkinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. januar
Jambalaja - 250125
186859
Leygardag 25. januar
Vikan 25. januar 2025
186848
Leygardag 25. januar
Upp á tá - 240125
186847
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519