Almannaverkið: undantak má gevast

Almannaverkið: undantak má gevast
Fær Almannaverkið ikki undantøk frá herda verkfallinum hjá pedagogunum, verður lív og heilsa hjá fleiri hundrað fólkum sett í vanda, sigur stjórin
 
15.12.2017 - 11:33

Úrskurðarfundurin í Fasta Gerðarrættinum verður settur á middegi.

Fíggjarmálaráðið hevur lagt málið fyri Fasta gerðarrættin, tí Pedagogfelagið vil ikki geva undantøk.

Fíggjarmálaráðið vísir á eina avtalu, sum varð gjørd millum Pedagogfelagið, Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið í 2014 um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg. 

Fær Almannaverkið ikki undantøk frá herda verkfallinum hjá pedagogunum, verður lív og heilsa hjá fleiri hundrað fólkum sett í vanda, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum. 

Edvard Heen sigur í einum tíðindaskrivi í morgun, at fær Almannaverkið ikki undantøk fyri í minsta lagi 141 starvsfólk í fráboðaða verkfallinum, so kann Almannaverkið ikki standa inni fyri trygdini og heilsuni hjá í minsta lagi 253 borgarum, sigur Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, í tíðindaskrivinum.

Tað verða serliga tær 12 eindirnar í Trivnaðardeplinum í Almannaverkinum, ið verða hart raktar. 

Har starvast tilsamans 589 fólk eftir sáttmálanum við Føroya Pedagogfelag.

Eingi undantøk

Pedagogfelagið herðir verkfallið klokkan átta í morgin ári, so allir limir, ið starvast hjá Almannaverkinum og á sjálvsognarstovnum hjá Almannaverkinum fara í verkfall.   

Jógvan Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum, hevur sagt, at felagið ikki vil geva undantøk, tí annars er eingin grund at fara í verkfall. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463