- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kanna um rannsóknarstova kann vera opin oftari
Fyrst í nýggja árinum ætlar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at kanna saman við Klaksvíkar sjúkrahúsi, um tænastan til teirra, sum hava brúk fyri at koma á rannsóknarstovuna í Runavík kann betrast.
Tað sigur hon í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum spurdi um laboratoriið í Runavík.
Tað er opið hálvan annan tíma ein dag um vikuna. Tað er alt ov lítið, sigur Kári P. Højgaard.
Fleiri til Klaksvíkar
Sambært Klaksvíkarar sjúkrahúsi eru 2.300 vitjanir á rannsóknarstovuni í Runavík um árið.
Samstundis upplýsir sjúkrahúsið, at fleiri og fleiri fólk í Eysturoynni koma á sjúkrahúsið í Klaksvík at fáa tiknar blóðroyndir.
Hetta kundi bent á, at tilboðið í Eysturoynni er ov avmarkað. sigur Sirið Stenberg.
- Eg ætli mær tí fyrst í komandi ári saman við Klaksvíkar sjúkrahúsi at kanna, um og hvussu tænastan til teirra, sum hava brúk fyri rannsóknarstovuni í Eysturoynni kann betrast, sigur landsstýriskvinnan.