Fríkendur í Føroya rætti, men ákæran kemur aftur

Fríkendur í Føroya rætti, men ákæran kemur aftur
Ein ákæra móti kommunulækna, sum Føroya rættur segði var fyrnað, kemur aftur í Landsrættinum í dag
Fimta deild hjá Eystara Landsrætti er í Havn. Hon hevur sett av fimm dagar til revsimálið móti einum kommunulækna.
 
25.10.2017 - 07:34

Eystari landsrættur fer í dag undir revsimálið móti einum kommunulækna, sum fyrr í ár í Føroya rætti varð dømdur fyri at blygdanarskemma níggju kvinnur og fyri annað kynsligt samband enn samlegu við eina kvinnu.

Hann varð eisini dømdur fyri at misnýta starv sítt sum kommunulækni, tí hann gjørdi seg inn á kvinnurnar í sambandi við læknakanningar.

Kommunulæknin fekk hálvt annað árs fongsulsrevsing í Føroya rætti. 

Harumframt misti hann rættin at virka sum lækni og at viðgera sjúk fólk fyribils.

Kommunulæknin gjørdi alt fyri eitt av at skjóta dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin við kravi um frídøming ella, í øðrum lagi, um linari revsing.

Ákæruvaldið krevur harðari revsing. 

Noktar seg sekan

Kommunulæknin noktar seg sekan. 

Hann sigur, at hann er sera nærlagdur, tá hann kannar fólk. 

Ein skaði, hann hevur í høgru hond, ger, at undirlívskanningarnar, sum hann ger, kunnu kennast øðrvísi enn tær, sum aðrir læknar gera, segði hann í Føroya rætti.

Nýggi verjin hjá kommunulæknanum, Hanne Rahbæk, hevur fingið kannað meira, hvønn týdning, hesin skaði hevur fyri arbeiðið hjá kommunulæknanum.

Eystari landsrættur hevur sett av fimm dagar til hetta málið.  

Fimm dagar

Í dag verður frágreiðingin hjá kommunulæknanum í Føroya rætti viðgjørd, í morgin verða vitni avhoyrd, fíggjadagin leggja ákærin og verjin skjøl í málinum fyri rættin,tað er dokumentasjón á rættarmálinum, mánadagin verða kvinnurnar, sum kommunulæknin sambært Føroya rætti hevur gjørt seg inn á, avhoyrdar og týsdagin verður proseduran, dómsviðgerðin. 

Føroya rættur segði, at eitt mál í ákæruritinum var fyrnað, tað er, at lógarbrotið, sum ákært varð fyri, var vorðið ov gamalt hjá dómsvaldinum at viðgera. Kommunulæknin varð tí frídømdur fyri ta ákæruna.

Hetta málið hevur ákæruvaldið kannað meira og hevur tað aftur við nú í Lansdrættin, sigur ákærin. Linda M. Hesselberg.

Nøkur vitni eru eisini komin afturat teimum, sum vóru í Føroya rætti. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035