Vatnstøðan í Houston hækkar framvegis

Vatnstøðan í Houston hækkar framvegis
Bjargingarlið bjarga framvegis fólki frá húsum, sumstanda meira ella minni undir í vatni
Mynd: The Detroit Bureau  
 
30.08.2017 - 08:50

Hóast fýra samdøgur eru liðin síðani tað, sum fyrst var ódn og seinni tropiskur stormur rakti Teksas, er støðan framvegis ring. Higartil eru 18 fólk deyð, og talið veksur. 

Hesi fýra samdøgrini, sum grimdarregn hevur herjað í Texas verða fólk framvegis bjargað úr heimi sínum í økinum kring miljónabýin Houston.

Men ikki øll vilja hava hjálp. Fleiri fólk vilja vera heima, tí tey óttast, at tjóvar ræna húsini.

Vatnstøðan hækkar

Fjølmiðlar í økinum skriva, at í støðum hevur avfallið verið 1250 millimetarar seinastsu dagarnar. 

Allastaðni standa bygningar, bilar og aðrir lutir undir í vatni. Stór grannaløg standa meira ella minni undir í vatni. Gøtur eru vornar til áir, og summi hús líkjast meira bryggjum enn bústøðum. Sambært tíðindastovum, hækkar vatnstøðan.

Fox News skrivar, at fleiri túsund fólk halda nú til í fyribils móttøkuhúsum, - tvey av móttøkuhúsunum kunnu hýsa 5.000 persónum. 

Onga trygging

Sambært MSNBC hevur bara sætti hvør húsaeigari trygging, sum fevnir um náttúruvanlukkur. Tí kunnu túsundtals familjur koma í fíggjarligt óføri av hesi støðu. Og tað fer helst at taka mánaðir ella ár at endurreisa stór landaøki í økinum.

Sambært stovninum, sum eitur "The Flood Control District', sum hevur eftirlit við vatnflóð og avfalli í Harris County, nærhendis Houston, so ganga 500 ár ímillum, at so nógv avfall er, sum nú.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209