Vatnflóð kravt 1200 mannalív í Asia

Vatnflóð kravt 1200 mannalív í Asia
ST sigur, at henda vatnflóðin er tann ringasta í áratíggju
Tað regnar av grimd, ið hvussu er eitt samdøgur aftrat
Mynd: The Independent  
 
30.08.2017 - 17:52

Samstundis sum øll heimsins eygu eru vend móti vatnflóðini í Houston í amerikanska statinum í Texas, hóttir ein nógv størri náttúruvanlukka í India, Nepal og Bangladesh.

Tað hevur regnað av grimd í stórum pørtum av landsynningsasia, og vatnflóðin hevur kravt meira enn 1200 mannalív í hesum trimum londunum.

Skúlar og sjúkrahús hava latið aftur, og nógvar seinkingar eru í floghavnunum, skrivar Reuters.

Tað regnar av grimd, ið hvussu er eitt samdøgur aftrat.

16 milliónir rakt

Vatnflóðin í landsynningsasia hevur rakt í minsta lagi 16 milliónir fólk.

Bara í indiska landspartinum, Bihar, eru meira enn 500 fólk deyð. 

Í Bangladesh eru 134 fólk deyð, og fleiri milliónir fólk hava einki reint drekkivatn, skrivar Independent.

Í Nepal eru 150 fólk deyð, og 90.000 hús eru løgd í oyði.

ST sigur, at vatnflóðin í landsynningsasia er tann ringasta í áratíggju. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205