- Tíðindi, mentan og ítróttur
Verk eftir William Heinesen selt fyri tað tvífalda
Eitt pappírsklipp hjá Williami Heinesen er selt á uppboðssølu í Danmark fyri 49.000 krónur í gjár.
Pappírsklippið varð selt fyri tað tvífalda, sum uppboðssølan metti, tá tað varð lýst á uppboðssølu í síðstu viku.
Pappírsklippið frá 1977 er 62 sentimetrar langt og ein hálvan metur breitt.
Tað avmyndar spælimannin og Tariru, sum ganga aftur í bæði skaldskapi og myndaevnum hjá Williami Heinesen
Føroya Listasavn keypti fyri nøkrum árum síðani eitt líknandi pappírsklipp frá 1979, sum skjótt gjørdist ímyndin av myndlistarliga virkseminum, sum William Heinesen tókst við í sínum eldri døgum.
Hetta pappírsklippið, ið minnir nógv um pappírsklippið á Listasavninum, er frá 1977 og er harvið tvey ár eldri.
(Pappírsklippið á myndini er tað, sum hongur á Listasavninum)