Talgildi samleikin kostar omanfyri 30 milliónir

Talgildi samleikin kostar omanfyri 30 milliónir
Tað kostar 33 milliónir krónur at talgilda Føroyar næstu fimm árini. Tað fer at kosta útivið 15 milliónir krónur at umsita skipanina
 
17.07.2017 - 12:24

Tær 16,4 milliónirnar, sum vóru upplýstar í almennu fráboðanini, tá samtakið Føroya Tele/Klintra vann útboðið, eru einans fyri menningina av skipanini.

Samtakið fær aðrar 14-15 milliónir fyri support fyrstu fimm árini. Tað sæst í einum innliti í útboðstilfarið, sum útvarpið hevur fingið. Talgildi samleikin varð boðin út alment.

SÍ EISINI Arbeiðið bjóðast út

Tá freistin var 20. juni vóru bara tvey tilboð komin inn. Eitt frá Elektron og eitt frá einum samtaki millum Føroya Tele og privatu fyritøkuni, Klintra. 26. juni boðaði Gjaldsstovan frá, at Samtakið Føroya tele/Klintra vann kappingina:

"Grundað á góðsku- og prísmetingar av tilboðunum, varð tilboðið frá Klintra/Føroya Tele mett sum tað betra tilboðið og samráðingar vórðu tí tiknar upp við samtakið. Tilboðið at menna og seta í verk loysnina ljóðar á 16,4 milliónir krónur"

SÍ EISINI Allir føroyingar fáa talgildan samleika næsta ár

Tað er ikki skeivt, men tað er heldur ikki øll søgan ella allur kostnaðurin. Tí Føroya Tele fær omanfyri 30 milliónir krónur fyri Talgilda samleikan. Tær 16,4 milliónirnar, sum vóru upplýstar í tíðindaskrivinum eru einans fyri at menna skipanina. 

Føroya Tele og Klintra fáa fimm árini aftaná 14,5 milliónir fyri tað, sum á teldumáli verður kallað support. Tað váttar Nikolai Balle, leiðari á verkætlanini at talgilda Føroyar.

Hann hevði ikki hug at gera bandaða samrøðu við útvarpið í dag, men upplýsir, at allar slíkar verkætlanir hava rakstrarútreiðslur og mett var ruddiligast at upplýsa kostnaðin av at menna skipanina og ikki rakstrarútreiðslurnar. 

SÍ EISINI Kostnaðurin mettur til 150 milliónir

Sáttmáli er undirskrivaður við samtakið um support tey fyrstu fimm árini. Hvat síðani hendir er enn ógreitt. Árligu rakstrarútreiðslurnar knýttar at talgilda samleikanum eru mettar til umleið tríggjar milliónir. 

Tær fimtan milliónirnar til support í fimm ár verða eisini tiknar av verklagslógini á hálvtannaðhundra milliónir, sum Løgtingið hevur játtað til talgildingina av Føroyum. 

Allir føroyingar skulu eisini hava eitt kort av onkrum slag. Enn er avgerð ikki tikin um, hvat fyri slag av korti føroyingar skulu hava, men sannlíkt er at talan verður um eina sokallaða mobile - loyns, sum leggur seg tætt at fartelefonum. Greitt er, at talan verður ikki um eina pappírkortloysn líka NemID.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254