Elbilasølan í Norra sett met

Elbilasølan í Norra sett met
Meira enn fjórði hvør bilur, ið verður seldur í Norra, er nú ein elbilur. Tað er serliga í høvuðsstaðnum, elbilar ganga sum heitt breyð
Hetta gerst ein alsamt vanligari sjón í Norra. Norðmenn keypa elbilar sum ongantíð fyrr, sambært nýggjastu tølunum frá vinnuni
 
08.07.2017 - 11:32

Bilasølur í Norra kunnu fegnast. 14.228 nýggir bilar vórðu seldir í landinum í juni, og ikki síðani 1986 eru seldir so nógvir nýggir bilar ein einstakan mánað.

Umhvørvisverndarfólk kunnu eisini fegnast. 27,7 prosent av øllum seldum bilum í juni vóru elbilar. Norðmenn keyptu til samans 3.948 nýggjar elbilar í juni.

Ongantíð áður hava norðmenn keypt so nógvar elbilar, sum teir gjørdu í juni, eftir bara einum mánaði. Tað vísa nýggju tølini fyri fyrra hálvár í 2017.

Umhvørvisgjald hjálpir uppá søluna

Tað er serliga í høvuðsstaðnum, Oslo, at elbilar ganga sum heitt breyð. Her verða seldir alsamt fleiri og fleiri elbilar enn nakrantíð áður, vísa nýggjastu tølini.

Meira enn triði hvør nýggi bilur, sum varð seldur í Oslo og har um leiðir fyrra hálvár, var ein elbilur. Til samans 36,1 prosent av øllum seldu bilunum her vóru elbilar.

Ein av orsøkunum til, at fólk í Oslo eru farin at keypa lutfalsliga fleiri elbilar, er, at tað í framtíðini fer at kosta útivið 200 krónur koyra í miðbýnum, er talan ikki um elbil.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946