Vænta streymin aftur hvørja løtu

Vænta streymin aftur hvørja løtu
Fólk, sum eru rakt av streymslitinum hjá SEV, fáa streymin aftur hvørja løtu, sigur SEV
 
03.07.2017 - 12:04

Streymurin er farin fyri partar av Havnini, Suðurstreymoy, Sandoy og Hest. Orsøkin er spenningstrupulleikar. og harvið eru tveir motorar á Sundi koplaðir av netinum.

Arbeitt verður í løtuni við at fáa streymin aftur sum skjótast, væntandi umleið klokkan 12:10 Tað skrivaði SEV á heimasíðuni, sev.fo, um middagsleitið.

Øll fólk, sum hava mist streymin í løtuni, skuldu fingið streymin aftur í seinasta lagi um hálvgum tólv tíðina, segði Jón Nielsen, deildarileiðari hjá SEV, við útvarpið um 11-tíðina.

Dagført 12:12: Streymurin er nú komin aftur, boðar SEV frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Týsdag 22. apríl
Samværi 069 - Hví skunda sær at skriva?
190893
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946