Fleiri løðistøðir setast upp

Fleiri løðistøðir setast upp
Onkur nýggj løðistøð er sett upp, fleiri aðrar eru eisini á veg
SEV hevur sett upp skjótløðistøð í Runavík til elbilar. Í næstum verða tvær løðistøðir á flogvøllinum í Vágum budnar til elnetið
 
20.06.2017 - 16:23

SEV hevur sett upp skjótløðistøð í Runavík til elbilar. Og í næstum verða tvær løðistøðir á flogvøllinum í Vágum budnar til elnetið.

Seinasta løðistøðin, sambært hesi ætlanini, skal setast upp í Sandoynni. Tað skrivar SEV á heimasíðuni, sev.fo, í dag.

Talan er um skjótløðistøðir, sum eftir 20 minuttum løða bilin upp á 80 prosent, og tað er munandi skjótari, enn eldru løðistøðirnar vóru førar fyri, skrivar SEV.

Fyrsta skjótløðistøðin í Føroyum varð sett upp í Klaksvík stutt undan jólum í 2015. Síðani eru løðistøðir settar upp við Streymin, á Tvøroyri, í Havn og í Vestmanna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205