Risabót fyri at villeiða ES

Risabót fyri at villeiða ES
ES hevur givið Facebook 825 milliónir krónur í bót. Fyritøkan læt skeivar ella villeiðandi upplýsingar tá fyritøkan keypti kjatt- og boðtænastu
Facebook fær 825 milliónir krónur í bót fyri at villeiða ES, tá fyritøkan keypti kjatt- og boðtænastuna, WhatsApp
 
18.05.2017 - 10:51

ES hevur givið Facebook 825 milliónir krónur í bót fyri at hava latið ES skeivar ella villleiðandi upplýsingar, tá fyritøkan keypti kjatt- og boðtænastuna, WhatsApp.

Avgerðin er eitt greitt tekin til fyritøkur um, at tæreiga at halda allar reglur um samanlegging, eisini skylduna um at geva rættar upplýsingar, sigur Margrethe Vestager, ES-nevndarlimur í kappingarmálum.

Bótin skal ræða aðrar fyritøkur

ES-nevndin sigur, at tá Facebook keypti WhatsApp í 2014, legði fyritøkan dent á, at hon var ikki før fyri at binda saman brúkaraprofilar á teimum báðum sosialu miðlunum.

Tá WhatsApp í fjør kunngjørdi dagføringar, kom undan kavi, at telefonnummur á WhatsApp eisini fóru at verða knýtt at Facebook. Tí fekk ES-nevndin illgruna um, at Facebook longu visti, at tað kundi bera til, tá WhatsApp varð keypt.

Bótin er hóskandi, og hon ræðir aðrar fyritøkur frá at gera tað sama, sum Facebook hevur gjørt, sigur Margrethe Vestager, ES-nevndarlimur í kappingarmálum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205