Banna farteldum á flogførum

Banna farteldum á flogførum
Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at yvirgangsfólk kunnu leggja til rættis álop í USA umvegis floghavnir í Evropa
Stjórnin í USA fer mest sannlíkt at banna ferðafólki á flogferðum úr Evropa til USA at taka farteldur við í ferðafólkarúmið í framtíðini
 
12.05.2017 - 10:42

Stjórnin í USA fer mest sannlíkt at banna ferðafólki á flogferðum úr Evropa til USA at taka farteldur við í ferðafólkarúmið í framtíðini, skriva amerikanskir fjølmiðlar.

Orsøkin til bannið er, at núverandi trygdarmannagongdir til handviðførið ikki eru góðar nokk til at fanga spreingievni, sum til dømis kann fjalast í farteldum í handviðførinum.

Myndugleikarnir í USA stúra fyri, at Islamskur statur og aðrir yvirgangsfelagsskapir hava gjørt nýggj spreingievni, sum kunnu fjalast í stórum, elektroniskum lutum.

Evropeisku landamørkini ein hóttan fyri USA

- Tað er ógvuliga trupult at síggja, um ein ein fastur og tættur lutur er eitt battarí ella plastiskt spreingievni, sigur Peter Goelz, fyrrverandi stjóri í National Transport Safety Board, sambært Reuters.

Landamørkini í Evropa eru ikki nóg tøtt. Tí er lítið uppá seg hjá møguligum yvirgangsmonnum at ferðast tvørtur um landamørkini, og á tann hátt sleppa sær víðari til USA. siga amerikonsk embætisfólk.

Embætis- og trygdarfólk hjá amerikonsku stjórnini hittu í gjár, hósdagin, umboð fyri flogvinnuna fyri at umrøða møguligu yvirgangshóttanina. Enn er ikki greitt um og nær bannið verður sett í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209
Mánadag 13. januar
Hansina - teknmálstulkað
186205