Skúlarnir taka sjálvir avgerð um fartelefon

Skúlarnir taka sjálvir avgerð um fartelefon
Skúlarnir avgeva, hvussu næminhar brúka fertelefon í tímunum. Glasir hevur burturvísing sum revsing.
Glasir í Hoydølum hevur strangar reglur um fartelefonir í skúlatíðini.
 
24.04.2017 - 11:16

Miðnámsskúlarnir avgera sjálvir, nær og hvussu fartelefonir verður brúktar í skúlunum.

Tað sigur Rigmor Dam, landsstýriskvinna, í svari til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinnu, sum spurdi eftir at hava lisið í blaðnum Ó, at 66 prosent av næmingunum í Hoydølum søgdu, at fartelefonin órógvar skúlagongdina.

Landsstýriskvinnan sigur, at ein kunngerð er um gott skil og arbeiðsnáðir í skúlanum. 

Skúlarnir brúka kunngerðina til at gera reglur um skilhald. 

Burturvísing

Miðnám á Kambsdali hevur ta reglu, at næmingarnir skulu bara brúka teldur, teldrar og telefonir til undirvísing og skúlaarbeiði.

Glasir sigur, at fartelefonir skulu vera sløktar og burturbeindar í tímunum. Tey, sum bróta hesa reglu, verða burturvíst úr tímanum.

Rigmor Dam sigur, at hon er neyvan rætti fakligi myndugleikin at avgera, um ein kanning skal gerast fyri at fáa staðfest, um samband er millum heilsustøðuna hjá teimum ungu og fartelefonir.

Men tað hevði ivaleyst verið áhugavert at gera slíka kanning, sigur Rigmor Dam. 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at sambært blaðnum Ó segði ein kanning í 2013, at 90 prosent av øllum lesandi í Føroyum søgdu seg brúka Facebook í skúlatíðini, 43 prosent vóru on-line alla tíðina. 

Ein kanning hjá Fólkaheilsuráðnum í 2015 segði, at 18 prosent av teimum ungu vóru í sálarligum vandabólki.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Leygardag 23. november
Morgunlestur leygardagur 23.november 2024
183776
Fríggjadag 22. november
Vikuskiftið 22 november 2024
184051
Fríggjadag 22. november
Breddin: Arbeiðið hjá landsstýrismálanevndini
184025
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981