- Bíleggingarnar mugu ikki fevna um allar bilar

- Bíleggingarnar mugu ikki fevna um allar bilar
Gerhard Lognberg finst at ætlanunum hjá Strandferðsluni
 
08.04.2017 - 10:05

Strandferðslan hevur í eina tíð arbeitt við at gera eina bíleggingarskipan til Teistan. 

Eina skipan, sum ger at bilførarar skulu sleppa undan at standa í bíðirøð í bæði hálvar og heilar tímar, áðrenn teir sleppa um Skopunarfjørð. Hetta kunnu teir gera við at bíleggja sær pláss umborð á Teistanum umvegis telduna ella telefonina.

Men borgarstjórin í Skopun, Gerard Lognberg, sigur, at tey gomlu verða fyri vanbýti, um øll plássini á Teistanum nú skulu bíleggjast við nýmótans kunningartøkni.

Bíleggingarskipanin, sum Strandferðslan ætlar at seta í verk á Teistanum, má ikki fevna um allar bilarnar, sum skulu um Skopunarfjørð. Í mesta lagi helmingurin av plássunum skal kunna bíleggjast frammanundan.

Tað sigur borgarstjórin í Skopunar Kommunu, Gerhard Lognberg.

Hann óttast fyri, at bíleggingarskipanin verður ein forðing hjá eldri fólkum, sum ikki duga so væl við teldum. 

Landsverk hevur biðið Skopunar Kommunu um loyvi til at avmerkja ein geira á ferjuleguni í Skopun til teir bilar, sum hava bílagt pláss við Teistanum. Men Skopunar kommuna hevur sagt nei.

Geirin skal ikki gerast fyrr enn kommunan fær vissu fyri, at bara helvtin av plássunum á Teistanum verða løgd á bíleggingarskipanina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008