Arbeiðið bjóðast út

Arbeiðið bjóðast út
Talgildu Føroyar bjóða nú út arbeiðið at gera loysn til Talgilda Samleikan. Tilboðini skulu vera inni um átta vikur
Ætlanin er, at sáttmáli um nýggja Talgilda Samleikan skal verða gjørdur í summar. Veitarar fáa í fyrsta umfari freist til 23. mai at lata Gjaldstovuni tilboð
 
29.03.2017 - 10:13

Ætlanin er, at sáttmáli um nýggja Talgilda Samleikan skal verða gjørdur í summar. Veitarar fáa í fyrsta umfari freist til 23. mai at lata Gjaldstovuni tilboð.

Áðrenn freistin at bjóða er farin, verða tríggir fundir, sum hava til endamáls at tryggja felags fatan av uppgávuni millum veitarar og Gjaldstovuna um útbjóðingartilfarið.

SÍ EISINI Kostnaðurin mettur til 150 milliónir

Tá Gjaldstovan hevur fingið og viðgjørt tilboðini, bjóðar hon veitarunum til fundar, og veitararnir fáa síðani høvi at laga tilboðini til.

Freistin at lata tillagað, endalig tilboð inn er sett til 20. juni. Miðað verður eftir, at sáttmáli um veiting verður gjørdur í seinasta lagi 30. juni, siga Talgildu Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209