KÍF í FM-finaluni

KÍF í FM-finaluni
KÍF spældi seg í dag í fyrstu FM-finaluna í søgu felagsins
Mynd: Leivur Frederiksen  
 
26.03.2017 - 16:11

Gleðin var stór í Kollafirði í dag, tá tað var greitt, at KÍF hevði spælt seg í fyrstu FM-finaluna í søgu felagsins.

Undan dystinum móti Fleyr í dag var neyðugt við einum sigri, um KÍF skuldi spæla seg í finaluna.

Tað gjørdu tær ruddiliga. Tær vunnu 3-0 á Fleyr. Sett úrslitini vóru 25-18,25-20,25-16.

Við sigrinum hevur KÍF tryggjað sær, at tær enda á øðrum plássi, sum gevur FM-finalupláss.

KÍF møtir Drátti, sum er á fyrsta plássi, í finaluni. Finalan verður avgjørd yvir tveir dystir í Havn tann 13. og 15. apríl.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 5. apríl
14. Jambalaja
190302
Leygardag 5. apríl
Upp á tá - 040425
190297
Leygardag 5. apríl
Vikan 5. apríl 2025
190296
Leygardag 5. apríl
Morgunlestur leygardagur 5.apríl 2025
189980
Fríggjadag 4. apríl
Vikuskiftið 4 apríl 2025
190276
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 5. apríl
Nations League 2025: Føroyar - Moldova 2-0
190286
Fríggjadag 4. apríl
Veðrið
190275
Fríggjadag 4. apríl
KAKUMiKS (2:7)
190170
Fríggjadag 4. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190243
Hósdag 3. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190208