- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hetta verður nú bannað onkrastaðni
Í gjárkvøldið skrivaðu fleiri amerikanskir miðlar um ætlanirnar at banna ferðafólkum úr fleiri londum at taka teldil og berbarar teldur við í handviðførið á flogferðum til USA.
Í morgun váttaðu embætisfólk í Trump-fyrisitingini hetta, skrivar AFP-tíðindastovan. Sambært tíðindastovuni kemur forboðið í gildi í dag.
Tað ber í sær, at ferðafólk mugu kekka inn elektroniska útgerð, sum er størri enn ein fartelefon, áðrenn tey fara umborð á flogfarið. Talan er um berbara teldu, teldil og stór myndatól.
Skal bøta um flogtrygdina
Forboðið er galdandi í óásetta tíð, og fevnir um beinleiðisflúgving frá 10 flogvøllum, sambært amerikanskum embætisfólkum.
Sambært AP-tíðindastovuni er talan um flogvøllin í Kairo í Egyptalandi, Amman í Jordan, Kuwait City í Kuwait, Casablanca í Marokko, Doha í Qatar, Riyadh og Jeddah í Saudi Arabia, Istanbul í Turkalandi, og Abu Dhabi og Dubai í Sameindu Emiratunum.
Endamálið við forboðnum er at styrkja trygdina. Í forboðan frá flogfelagnum Royal Jordanian Airlines og alemnnu tíðindastovuni í Saudi Arabia, eru fartelefonir og medisinsk útgerð ikki fevnd av forbonum.
Men øll onnur elektronisk útgerð skal pakkast niður og kekkast inn. Ein talsmaður fyri trygdarstovnin hevur sagt við tíðindastovuna hjá AP, at hann vil ikki viðmerkja málið.