- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eik Banki fer í søguna
Eik Banki fer í søguna
Lýsingarskelti við búmerkinum og navninum hjá Eik Banka verða í løtuni skift út. Bankin skiftir nú navn og samleika

Eik Banki skiftir í kvøld navn til Betri Banki. Skelti bankans verða tí skift út í løtuni
Mynd: kvf.fo
20.03.2017 - 23:01
Eik Banki fer nú í søguna. Í løtuni verða skelti bankans við navninum og búmerkinum skift út. Millum annað í Havn, har myndin í greinini er tikin.
Nýggja navnið hjá Eik Banka verður Betri Banki, skilir Kringvarpið í kvøld. Mánakvøldið varð farið undir at skifta øll navnaskelti við búmerki hjá bankanum út.
Dúkar fjala í løtuni nýggja navnið og samleikan hjá nú skjótt gamla Eik Banka. Týsdagin verða navn og samleiki kunngjørd alment.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV