- Tíðindi, mentan og ítróttur
NASA funnið nýggja stjørnuskipan
Tað verður tikið sum tekin um, at har kann vera talan um lív. Sólskipanin er 40 ljósár frá jørðini.
Tríggjar av planetunum eru serliga áhugaverdar, tí á teimum kann vera tekin um lív, hóast vatn kann vera á øllum sjey planetunum.
Hendingin er søgulig, tí ongantíð fyrr eru só nógvar planetir funnar samstundis, har tekin kann vera um lív. Stjørnan, har planetirnar eru funnar, er ein sonevnd dvørgastjørna, ið nevnist Trappist-1.
Leiðin kannað í fleiri ár
Granskarar hava kannað leiðina í fleiri ár, og nú er staðfest at sjey planetir, har lív kann vera, eru kring Trappist-1.
Hildið verður, at har er kaldari enn á jørðini, men ikki kaldari enn so, enn at lív kann vera har.
Granskarar siga hetta vera tað fremsta sum er hent á økinum seinastu 14 árini. Teir halda, at tað nú fer at bera til at fáa greiðu á, um lív er aðrastaðni enn á jørðini.