- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framtíðin hjá Spotify óviss
Spotify er heimsins størsta tónleikatænasta við meira enn 100 miljónum brúkarum, av teimum rinda 40 milliónir fyri at brúka tænastuna.
Fyrr í hesum mánaðinum skrivaði tíðindatænastan, TechCrunch, at Spotify hevur útsett æltaðu børsskrásetingina til í fyrsta lagi 2018, tí figgjarliga støðan skal batna fyrst.
Ongantíð borið seg
Sum støðan er nú, fer eingin í Wall Street, sambært fjølmiðlinum, TechCrunch, at nerta við tónleikatænastuna, Spotify.
Spotify hevur 10 ár á baki, men hevur ongantíð havt yvirskot, og samstundis stríðist Spotify, sambært TechCrunch, við 1,5 milliónir dollarar í skuld, tað svarar til 10,5 milliónir krónur.
Meginparturin av skuldini er fimm prosent í árligari rentu, og at sambært lóggávuni, kunnu lánveitarar gera lánini um til partabrøv í Spotify við 20 prosentum í avsláttri, tá fyritøkan verður børsskrásett.
Kunnu koma í fíggjarligt óføri
Nú børsskrásetingin fyribils er útsett, kann tað, sambært BBC, geva Spotify fíggjarligar trupulleikar. Eitt av endamálunum við børsskrásetingini er júst at fáa pengar í kassan.
Hesin kassin er í vanda fyri at tømast orsakað av fíggjarligu støðuni hjá felagnum, skrivar fleiri altjóða fjølmiðlar.
BBC skrivar, at stóra uppgávan hjá Spotify nú er at gera nýggjar avtalur við stóru plátufeløgini, Universal, Sony og Warner, um at brúka tilfar hjá teimum.