Uppskot til grundlóg orðast

bannari
Uppskot til grundlóg orðast
Landstingið í Grønlandi hevur tikið stig til at seta eina nevnd, ið skal orða eina grundlóg fyri Grønland. Nevndin fer til verka í vár
 
10.02.2017 - 09:59

Líkt er til, at royndi politikarin, Lars-Emil Johansen, verður formaður í nevndini, Hann er eisini formaður í landstinginum.

Tað er flokkurin Siumut, sum hevur mælt til at Lars-Emil Johansen verður formaður í nevndini. Hann sigur við KNR, at hann klárar bæði starvið sum formaður í tinginum og at vera formaður í grundlógarnevndini.

Ætlanin er, at grundlógarnevndin skal fara til verka í vár, og gera eitt uppskot til grundlóg. Enn er kortini ikki greitt, hvat nevndin skal leggja størst dent á.

Vóna almenningurin verður hoyrdur

Men grundlógin skal seta út í kortið, hvussu Grønland skal virka í framtíðini. Tí vóna grønlendsku politikararnir, at grønlendingar fara at geva til kennar, hvat tey hugsa um grundlógararbeiðið.

Spurnartekin er sett við, um grundlógararbeiðið bara skal vera á grønlendskum, um Lars-Emil Johansen verður formaður í nevndini. Tað sigur hann seg ikki hava nakrar ætlanir um.

- Eg haldi, at grundlógin skal vera fyri alt tað grønlendska fólkið, eisini tey sum ikki nýta grønlendska málið, sigur Lars-Emil Johansen.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. februar
Góðan morgun Føroyar
187295
Týsdag 4. februar
Morgunlestur týsdagur 4.februar 2025
186653
Mánadag 3. februar
Gullberg Gullfoss: Ein rík tíð
187263
Mánadag 3. februar
Dansival - Gestur er Levi Niclassen
187259
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109