Kapping um at skriva útvarpsleik

bannari
Kapping um at skriva útvarpsleik
Kringvarpið skrivar nú út kapping um útvarpsleikir. Virðisløn verður latin tveimum vinnarum
Marius Rein og Oskar Hermansson í upptøkuhølunum, tá ljóðeffektir til útvarpsleikir vórðu tiknar upp. Nú er kapping um at skriva besta útvarpsleikin útskrivað
Mynd: Savnsmynd/KvF  
 
06.02.2017 - 12:30

Kringvarpið hevur skrivað út kapping um at skriva besta útvarpsleikin, nú 60 ár eru liðin síðani útvarpið fór at senda.

Vinnandi útvarpsleikurin fær 25.000 krónur og leikurin verður sendur í útvarpinum. Onnur virðislønin í kappingini er 10.000 krónur.

Eitt úrval av innkomnu handritunum í kappingini verður eisini framleitt til útvarpsleikir, ið síðani verða sendir í útvarpinum.

Skal endurspegla samtíðina

Dentur verður lagdur á, at handritið til nýggjan føroyskan útvarpsleik endurspeglar nútíðarsamfelagið, stendur í treytunum.

Endamálið við kappingini er at eggja til at skriva nýggjar útvarpsleikir og fáa til vega nýggj handrit at brúka, sigur stovnurin í tíðindaskrivi.

Jenny Petersen, Bergur D. Hansen, Elin á Rógvi og Páll Danielsen sita í dómsnevndini. Freistin, at senda inn leikir, er 20. apríl 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008