- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hendan er á veg út
Hendan er á veg út
Er tað langt síðani, at tú brúkti eina fastnettelefon? Alsamt færri føroyingar hava fastnettelefon, vísa nýggjastu tølini

Færri og færri føroyingar hava nú fastnettelefon, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni
29.01.2017 - 14:56
Er tað longri og longri ímillum, at tú brúkar fastnettelefon, tá tú tosar í telefon? Hyggja vit at hagtølunum, so skuldi svarið hjá tær verið "ja."
Sí útgreinaðan grafikk niðanfyri
Talið á føroyingum, sum framvegis hava fastnettelefon við hús, er tað lægsta nakrantíð, so langt aftur tøl hjá Hagstovu Føroya røkka.
Síðstu árini er talið minkað støðugt. Í 1990 høvdu 22.376 húski í Føroyum eina fastnettelefon við hús, í 2015 var talið komið niður á 16.292.
Minkingin tey 25 árini var 27,2 prosentstig. Bara frá 2014-2015 vóru umleið 1.000 færri hústelefonir heima hjá fólki í Føroyum, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni.
Kelda: Hagstova Føroya
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV