Skúrbýur til NCC við Velbastaðvegin

Skúrbýur til NCC við Velbastaðvegin
Byggifelagið, sum skal byggja Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, vil hava sínar bústaðir miðskeiðis millum báðar tunlarnar
 
27.01.2017 - 07:56

Byggifelagið NCC, sum skal gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, sleppur at leiga eitt øki millum Velbastaðvegin og Kirkjubøarvegin í Havn til bústaðir til fólkið, sum skal arbeiða fyri felagið.

Tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.

NCC vildi hava sínar bústaðir miðskeiðis millum tunlarnar báðar.  

Økið, sum felagið leigar frá kommununi í átta ár, er 2.000 fermetrar. Millum 30 og 40 fólk fara at búgva í skúrbýnum.

Ætlanin er, at køkur og matstova vera 300 fermetrar og bústaðirnir, sum vera í tveimum hæddum, vera 400 fermetrar.   

100.000 kr. um árið í leigu

Leigan, ella brúksgjaldið, sum býráðið kallar tað, er 100.000 kr. um árið. 

Ein minniluti í Fíggjarnevndini hjá býráðnum, javnaðarmenninir Heðin Mortensen og Tróndur Sigurðsson, hilda ikki, at ásetingarnar í byggisamtyktini loyva, at skúrbýur verður settur upp á økinum. 

Teir mæla eisini til at hoyra grannarnar, fyritøkurnar og landsmyndugleikarnar um ætlanirnar at gera brúksavtalu við NCC.

Eisini vísa teir báðir á, at økið, sum NCC skal leiga, ikki er boðið út alment. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Fríggjadag 17. januar
Vikuskiftið 17 januar 2025
186483
Nýggjastu sendingar í SV