- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðveður kemur illa við
Meðan onnur gremja seg um støðugt illveður, tosar SEV um góðveður, sum kemur illa við.
Góða veðrið í fjør gjørdi, at SEV fekk tíggju prosenstig minni burtur úr varandi orkukeldunum í fjør enn árið fyri.
Grøna orkan, orkan, sum fekst úr vindi og vatni, í 2016 var 50 prosent, hon var 60 prosent í 2016. Myllurnar góvu 16,4 prosent og vatnið 33,5 prosent í fjør.
Góðveðrið ein avbjóðing
Góðveðrið í 2016 er dømi um ta avbjóðing, ið stendur fyri framman á grønu kósini hjá SEV, landsstýrinum og øllum samfelagnum.
- Tað er júst avbjóðingin, hvussu vit goyma varandi orku til góðveðursdagar, sum nú verður viðgjørd nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, tá vit ætlandi verða 100 prosent grøn.
Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. SEV hevur ongantíð áður gjørt so nógvan streym í sum í fjør.