Hesar fáa nú uppreisn

Hesar fáa nú uppreisn
Ikki síðani 1991 vórðu seldar so nógvar LP-plátur, sum tað vórðu í 2016. Vinylpláturnar, sum annars vóru á veg út, ganga nú aftur sum heitt breyð
Sølan av LP-plátum hevur nú aftur tikið dik á seg. Sølan í 2016 var tann mesta, hon hevur verið í 25 ár
 
04.01.2017 - 11:45

Heldur tú, at tíðin var farin frá vinylplátunum, so fert tú skeivur. Stóru, svørtu pláturnar, sum eru gjørdar av vinyl, eru aftur á veg inn í hitan.

Sølan av LP-plátum tók í 2016 veruligt dik á seg aftur. Ikki síðani 1991 vórðu seldar so nógvar vinylplátur, sum tað vórðu í 2016, skrivar The Guardian.

Til samans vórðu seldar 3,2 milliónir LP-plátur í 2016. Tað er 16 ferðir so nógv sum í 2007, tá ferð veruliga kom á søluna av talgildum tónleiki.

SÍ EISINI Óvist hvussu nógv landið missir

Minst 30 LP-útgávur vórðu í 2016 seldar í meira enn 10.000 eintøkum, í andsøgn við 2007, tá bara 200.000 LP-plátur vórðu seldar til samans í øllum heiminum.

- Eldri fólk venda nú aftur til vinylplátur, og yngra ættarliðið hevur eisini fingið eyguni upp fyri plátum, sum tey ikki hava gjørt fyrr, sigur ein talskvinna í vinnuni.

Warner Music, eitt av heimsins størstu útgávufeløgum, sum eisini útgevur LP-plátur, hevur júst kunngjørt størsta yvirskotið í átta ár, skrivar The Guardian.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946