- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gloym kortið: Skjótt kanst tú gjalda við selfie
Menningin innan onlinetænastur heldur fram. Áðrenn 2017 er liðugt, skalt tú kunna gjalda við eini andlitsmynd av tær sjálvum, skrivar finans.dk.
Tað ætlar fyritøkan Mastercard, ið er ein av teimum størstu veitarunum av gjaldskortum, sum kunnu brúkast um allan heimin.
Fyritøkan ætlar, at tú skalt kunna gjalda við nýggju tøknini, Mastercard ID Check, ið kennir andlitið hjá tær aftur heldur enn við gjaldskorti.
Tøknin komin eitt stig nærri
- 83 prosent av brúkarunum gloyma eitt av mongum loyniorðum eftir einari viku, og tað royna vit at loysa, sigur Christophe Zehnacker frá Mastercard sambært finans.dk
Mastercard hevur áður tosað um nýggju tøknina, men hetta er fyrstu ferð, at fyritøkan hevur sett eina nærri dagfesting á, nær nýggja tøknin verður klár.
Føroysku peningastovnarnir arbeiða í løtuni við at seta eina aðrari skipan, MobilePay, so tú kanst gjalda við fartelefon í handlum og nethandlum, í verk í Føroyum.