- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv ongantíð á netinum
Nógv ongantíð á netinum
230.000 fólk í Danmark hava ongantíð verið á alnetinum. Yvirhøvur eru tað tey gomlu, sum ikki eru á netinum
29.11.2016 - 15:44
Alnetið er gerandisdagurin hjá teimum flestu, men í Danmark eru umleið 230.000 fólk, sum ongantíð hava verið á netinum.
Tað vísir kanning, sum danski hagfrøðistovnurin hevur gjørt. Yvirhøvur eru tað tey gomlu, sum ikki eru á netinum.
Tey, sum eru í aldursbólkinum 75 til 89 ár, eru ongantíð á alnetinum, og í aldursbólkinum 65 til 74 ár svara 11 prosent, at tey brúka ikki netið.
Hinvegin svara øll 15-18 ára gomlu, sum vórðu spurd, at tey eru á netinum í minsta lagi eina ferð um vikuna. 6.000 fólk vórðu spurd í kanningini.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV