- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú kemur ein nýggj iPhone
Tað hevur leingi verið tosað um nær hon kemur - ein nýggj iPhone. »Okkurt nýtt« verður avdúkað 7. september, boðar Apple nú frá á heimasíðuni.
Sostatt er líkt til, at iPhone 7 verður avdúkað mikudagin í næstu viku. Tíðindafundurin í San Francisco verður eisini stroymaður á heimasíðuni hjá Apple.
Meðan avdúkingin eftir øllum at døma verður um eina viku, byrjar sølan 16. september, skrivar amerikanska blaðið Forbes á netinum.
Óvissa um nýggju tøknina
Enn eru bara gitingar um tøknina í nýggju telefonini. Eygleiðarar vænta, at fyritøkan Apple fer at bíða við teimum stóru broytingunum til í næsta ár.
Gitt verður, at nýggj tøkni avloysir høvuðlurt, myndatólið verður dagført og at siðbundni heim-knøtturin fer at hvørva, skrivar norska Computerworld.
Tann fyrsta iPhone í røðini kom tann 29. juni í 2007. Síðani tá hevur fyritøkan Apple selt til samans umleið 590 milliónir snildfonir.