»Pápi« teldupostin deyður

»Pápi« teldupostin deyður
Maðurin, sum longu í 1971 uppfann eina skipan, ið seinni mentist til teldupostsamskifti, er deyður
Amerikanski forritarin, Ray Tomlinson, ið uppfann teldupostsamskiftið, sum vit brúka tað í dag, er deyður, 74 ára gamal
 
07.03.2016 - 08:44

Pápi sjálvan teldupostin er deyður. Ray Tomlinson, sum uppfann teldupostin, er deyður av hjartilburði. Tað skrivar The Telegraph.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tomlinson menti eina skipan, sum hevði við sær, at tú kundi senda boð millum teldur longu í 1971. Hann sendi sjálvur fyrsta teldupostin millum tvær teldur í sama rúmi um sonevnda ARPA-netið.

Nærum líka so stór var avgerðin hjá honum at brúka teknið @ fyri at skilja millum navnið á tí, sum fekk teldupostin, og domenið (til dømis @kvf.fo) í einum telduposti.

Inn til tá hevði @-teknið mest verið nýtt í bókhaldi. Og ikki var nógv gjørt burturúr uppfinningini hjá Tomlinson í fleiri ár.

Men í 1994 spurdi onkur, hvør í veruleikanum hevði uppfunnið teldurpostin. Roy Tomlinson, ið uppfann teldupostin, varð 74 ára gamal.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. apríl
Mono - Minimalisma í tónleiki (1:5)
191003
Mikudag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
190988
Mikudag 23. apríl
Morgunlestur mikudagur 23.apríl 2025
190969
Týsdag 22. apríl
LEITISSTEIN 22.04.2025 (Deja Vu)
190977
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946