- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sleppa nú at stykkja út
Sleppa nú at stykkja út
Nú kemur ferð aftur á útstykkingina, sum Vága kommuna er farin undir í Vatnsoyrum. Friðingarmyndugleikarnir steðgaðu arbeiðnum fyri jól
Mynd: Google Earth
29.02.2016 - 08:04
Útstykkingin varð steðgað fyri jól, tí Fornminnissavnið fekk at vita, at grivið var nær við leivdir frá barakkum frá seinna heimsbardaga.
Umboð fyri Fornminnissavnið hava verið á staðnum og staðfest, at tað vóru leivdir av fýra barakkum frá seinna heimsbardaga.
Hetta er nú leysgivið og farið verður undir aftur arbeiðið, skrivar Vága kommuna á heimasíðuni, vaga.fo
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV