- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýsingarparturin verður nú niðurlagaður
Filmsfólk eru spent, tí nú fara tey at fáa inntøkur frá Kringvarpinum í sín nýggja filmsgrunn. Peningurin, sum kemur í kassan fyri sjónvarpslýsingar, skal í filmsgrunnin
Somuleiðis skulu lýsingarinntøkurnar hjá útvarpinum latast sum stuðul hjá eini Miðlastuðulsnevnd. Stuðulin skal millum annað brúkast til at stuðla útbering hjá tíðindabløðunum og til at menna førleikar hjá tíðindafólkum í Føroyum sum heild.
Lýsingarstuðulin skal virka frá 1. januar í ár, og fyrsta broytingin er nú gjørd. Leiðslan í Kringvarpi Føroya hevur gjørt av ikki at leingja starvssáttmálarnar hjá lýsingarseljarunum.
Frá týsdegnum í næstu viku, 1. mars, verða eingir lýsingarseljarar í Kringvarpinum og heldur ikki fólk, sum røkja kundasambond við lýsarar.
Kringvarpsstjórin onga viðmerking
Dia Midjord, stjóri í Kringvarpinum vil ikki gera bandaða samrøðu við útvarpið, og hann vil heldur ikki gera viðmerkingar til hesa skerjingina í lýsingarsøluapparatinum hjá Kringvarpinum.
Einasta viðmerking, hann vil endurgevast fyri, er, at "tá myndugleikin hevur broytt fíggjarliga grundarlagið undir okkum, so gera vit tær neyðugu tillagingarnar til nýggju treytirnar."
Vit ætlaðu at spyrja kringvarpsstjóran um, hví tað er ein "neyðug tillaging" at sløkkja "søluapparatið" hjá Kringvarpinum, bara tí, at Løgtingið hevur samtykt, at filmsvinna og fjølmiðlafólk sum heild skulu hava ágóðan av lýsingarpengunum.
SÍ EISINI Útvarpslýsingar skulu hjálpa privatu miðlunum
Vit ætlaðu eisini at spyrja Dia Midjord um, hvørja ávirkan tað fær á samlaðu inntøkurnar, at søluapparatið verður strikað, og hvussu útlitini fyri minni inntøkur stendur mát við viljan hjá tinginum um, at filmsvinna og privatir miðlar og tíðindafólk skulu stuðlast.
Men Dia Midjord sigur, at hann hevur ongar viðmerkingar fyrr enn seinni í vikuni, tá eisini nýggjar treytir fyri lýsingar í Kringvarpinum verða almannakunngjørdar.
Kringarp Føroya hevur higartil havt tvey starvsfólk at selja lýsingar og røkja kundasambondini. Hesir seljarar hava verið provisiónsløntir. Tað vil siga, at teir hava forvunnið sína egnu løn við lýsingarsølu.